Greið brævatkvøðu til føroyska kommunuvalið í borgerservice

Tann 10. november er kommunuval í Føroyum, og tey ið hava valrætt, kunnu longu nú atkvøða við brævatkvøðu ígjøgnum borgerservice.

Um tú hevur valrætt til føroyska kommunuvalið, ber til hjá tær at atkvøða við brævatkvøðu hjá borgerservice í Nuuk.

Um tú vilt atkvøða í øðrum skrivstovum hjá borgerservice í Kommuneqarfik Sermersooq, skal tú skriva til: kommuneqarfik@sermersooq.gl sum skjótast, so at atkvøðuseðlar kunnu verða sendir til títt valstað.

Tað er borgarin sjálvur, sum skal hava skil á, um hann hevur atkvøðurætt. Verður roynt at atkvøða uttan atkvøðurætt, verður atkvøðan vrakað, tá ið hon kemur til Føroya.

Atkvøðast kann inntil tann 9. november, men tað er borgarans ábyrgd at atkvøða í nóg góðari tíð til, at atkvøðan kemur fram við postinum. Tað ber ikki til hjá kommununi at geva eina ávísa dagfesting, har ein kann vera vísur í, at atkvøðan vinnur fram í nóg góðari tíð. Tí verður tú biðin um at atkvøða so skjótt sum til ber.

//

Færøerne holder kommunalvalg d. 10. november, og allerede nu kan stemmeberettigede afgive deres stemme som brevstemme fra borgerservice.

Hvis du er stemmeberettiget til det færøske kommunalvalg, har du mulighed for at brevstemme ved borgerservice i Nuuk.

Hvis du vil stemme fra andre borgerservicekontorer i Kommuneqarfik Sermersooq, skal du hurtigst muligt skrive til kommuneqarfik@sermersooq.gl så stemmesedler kan sendes til dit ønskede valgsted.

Det er op til borgeren selv at vide, om man er berettiget til at stemme. Hvis man forsøger at stemme uden at være berettiget, vil ens stemme blive erklæret ugyldig ved ankomst til Færøerne.

Der kan afgives stemmer helt frem til d. 9. november, men det er borgerens ansvar at stemme tids nok, til at stemmen når frem med posten. Kommunen kan ikke give nogen specifik dato for, hvornår man er sikker på at stemmen når frem. Derfor opfordres du til at stemme så tidligt som muligt.